Missión og visión

Missión
Posteftirlitið skal skapa fyrisitingarligar karmar, ið kunnu fremja:

  • at hóskandi postflutningur verður tryggjaður øllum landsins íbúgvum,
  • at postflutningur verður skipaður fyri rímiligan prís við góðari dygd og
  • at verja áhugamál viðskiftafólksins, undir hesum serliga postloyndina.


Visión
Posteftirlitið skal birta upp undir menning og tillaging á postøkinum við støðið í javnvág ímillum veitingartrygd, skiftandi tørvi og fíggjarligum viðurskiftum. Málið hjá Posteftirlitinum er at styrkja sín leiklut innan postøkið við eftirlitið, kanningum, ráðgeving og við- og mótspæli til postveitararnar, viðskiftafólk og avvarðandi myndugleikar.